Tíðindi

Stutt og greitt um vísindi – granskarar kappast

Á Vísindavøkuni fríggjadagin 6. november verður kapping í at halda snarrøður um gransking. Talan er um framløgu, sum í mesta lagi kann vera 150 sekund og sum skal vera um ein ávísan postara ella vísindaliga plakat.

Fýra fólk fara eftir tørni at hava hvør sína stutta røðu, har tey leggja fram úrslit frá gransking og grundgeva fyri, hví hendan granskingin er umráðandi.

Hetta tiltakið er partur av Miðlafagnaðinum, sum verður í Kongshøll frá kl. 15.30.

Tey, sum fara at kappast, eru:

May-Britt Skoradal, Deildin fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, Fróðskaparsetrið, við røðuni:

Frísk og ferðug við fótbólti

Sigri Gaini, Søgu- og samfelagsdeildin, Fróðskaparsetrið, við røðuni:

Framsøgufrælsi undir koronukreppuni

Jóhannus Kristmundsson, Fiskaaling, við røðuni:

Fleiri fleirstrálað ekkólodd

Súsanna Poulsen, Umhvørvisstovan, við røðuni:

Luftkanningar hjá Umhvørvisstovuni

Ein dómsnevnd metir um avrikini og kjósar vinnaran, sum fær virðisløn.

Orsakað av koronustøðuni er neyðugt at melda seg til hetta og onnur tiltøk á Vísindavøkuni 6. november. Í mesta lagi 100 fólk sleppa inn í senn. Tilmelding fer fram á vísindavøka.fo