Tíðindi

Filmur um Jákup Sverra

Í desember 2020 avloysti nýggja havrannsóknarskipið Jákup Sverri 40 ára gamla Magnus Heinason. Eilif Gaard, stjóri, og Leon Smith, tekniskur leiðari, frá Havstovuni greiða frá, hvat skipið kann brúkast til. Sí her

Á Vísindavøku plagar Havstovan at hava eina rúgvu av tiltøkum fyri stór og smá. Av tí at tað ikki bar til at hava tiltøk í Sjóvinnuhúsinum í ár orsakað av koronustøðuni, varð gjørt av at gera nakrar stuttfilmar í staðin. Hetta er ein av teimum.

Focus v/Fríða B. Olsen gjørdi filmarnar. Sí fleiri filmar her