Tíðindi

Filmur um plastdálking í havinum

Plastdálking í havinum sæst aftur í havhesti. Sjúrður Hammer, granskari á Umhvørvisstovuni, vísir okkum í einum stuttfilmi, hvat er at finna í magum á havhesti. Sí filmin her

Á Vísindavøku 2019 var tiltak á básinum hjá Umhvørvisstovuni, har Sjúrður og onnur frá stovninum kannaðu magar á havhesti. Her kundu skúlanæmingar og aðrir gestur síggja, hvussu slíkar kanningar fara fram og hvat er at finna har.

Av tí at tað ikki bar til at hava tiltøk í Sjóvinnuhúsinum í ár orsakað av koronustøðuni, varð gjørt av at gera nakrar stuttfilmar í staðin. Hetta er ein av teimum. Focus v/Fríða B. Olsen gjørdi filmarnar. Sí fleiri filmar her